Innanlands

Grønlendski høvuðsstaðurin í streymloysi

Streymurin fór eina løtu týsnáttina og aftur í dag er streymurin ógvuliga svikaligur

Nuuk lá í myrkri í morgun (Mynd: KNR)

Nuuk lá í myrkri í morgun (Mynd: KNR)

2021-12-01 17:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey hava stórar trupulleikar við streymveitingini í Nuuk í hesum døgum. Orsaka av ringum veðri og nógvum kulda, hevur næstan allur grønlendski høvuðsstaðurin ligið í streymloysi stóran part av degnum í dag.

Eisini týsnáttina sveik streymveitingin í størsta grønlendska býnum, eitt skifti.

Í morgun var aftur galið. Sambært grønlendska streymveitaranum, Nukissiorfiit, er orsøkin eitt skammlop millum vatnorkuverkið í Buksefjorden og høvuðsstaðin.

Vatnorkuverkið koyrir aftur, men trupulleikar eru framvegis við streymleiðingini millum verkið og Nuuk, og tí hevur streymurin verið óregluligur í allan dag. Ein stormur er væntandi, og tí boðar Nukissiorfiit frá, at fleiri streymslit kunnu koma fyri í kvøld.

Nukissiorfiit roynir nú at tryggja býnum streym við bæði vatnorku og dieselorku, skrivar grønlendska kringvarpið KNR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder