Uttanlands

Omikron-frábrigdið staðfest í Íslandi

Frábrigdið, sum byrjaði í sunnara parti av Afrika, breiðir seg í hesum døgum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-12-02 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsti tilburðurin av omikron-koronafrábrigdinum er staðfest í Íslandi. Tað  váttaði Már Kristjánsson, yvirlækni á Landspítalanum, fyri Morgunblaðnum í gjárkvøldið.

Illgrunin kom fyrr í gjár, tá eitt PRC-sýni vísti óvanligt úrslit. Sýnið varð tí sent til gengreining, og her vísti tað seg, at talan var um omikron-frábrigdið.

Enn er bert tann eini persónurin staðfestur við hesum koronufrábrigdinum, men smittusporing er sett í verk av fólkunum, sum hava verið í sambandi við smittaða persónin, skrivar Morgunblaðið.

Altjóða tíðindastovurnar kundu í gjár eisini boða frá, at omikron-frábrigdið nú eisini er staðfest í USA.

Reuters skrivar, at smittan er staðfest hjá einum koppsettum persóni, sum kom til USA úr Suðurafrika. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder