Uttanlands

Kann vera byrjanin til endan á heimsfarsóttini

Omikrom-frábrigdið er meira smittandi, men gevur veikari sjúkueyðkenni

Óttin fyri omikrom-frábrigdinum er stórur. Her eru tað týskir fótbóltsfjepparar, sum standa í bíðirøð fyri at kannast áðrenn teir sleppa inn á leikvøllin (Mynd: EPA)

Óttin fyri omikrom-frábrigdinum er stórur. Her eru tað týskir fótbóltsfjepparar, sum standa í bíðirøð fyri at kannast áðrenn teir sleppa inn á leikvøllin (Mynd: EPA)

2021-12-07 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt frábrigdi av koronuvirusinum, ið hevur mildari sjúkueyðkenni, kann vera vegurin út úr heimsfarsóttini.

Tað heldur norski granskarin, Gunnveig Grødeland. Hon stendur á odda fyri einum granskaratoymi á lærda háskúlanum í Oslo, sum er við at kanna munin á omikron- og delta-frábrigdunum.

Fyrstu fráboðanirnar um omikron-frábrigdið, ið varð funnið í farna mánaði, søgdu, at hetta er sera smittandi.

Hinvegin er talið av deyðstilburðum og innleggingum fyribls til ikki at vera so høgt, skrivar NTB-tíðindastovan.

- Eitt koronufrábrigdi, ið spjaðist skjótari og gevur veikari sjúkueyðkenni, er tað besta, vit kunnu vóna, sigur norski granskarin við Stavanger Aftenblad.

Ein slík mutasjón kann, sambært granskaranum, vera tekn um eitt frábrigdi, ið kann virka uttan at samfelagið nýtist at lata aftur.

- Koronavirus fer við tíðini at verða javnsett við vanligt krímvirus. Í verandi løtu sær út til, at ein mutasjón er vegurin burtur úr heimsfarsóttini, sigur Gunnveig Grødeland.

Norska granskaratoymið ætlar eisini at kanna, hvussu omikron-frábrigdið ávirkar vandabólkar, og hvussu koppsetingarevnini verja móti hesum.

Granskarar kring allan heim stríðast í løtuni við at staðfesta, um omikron-frábrigdið er meira smittandi enn onnur frábrigdi.

Bretskir serfrøðingar halda, at vit skulu yvir um ársskiftið áðrenn vit gerast klókari hesum viðvíkjandi.

Enn er omikron-frábrigdið ikki staðfest í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder