Uttanlands

Danskir næmingar sendir í jólafrí 15. desember

Danska stjórnin setir nú nýggj koronatiltøk í verk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-08 18:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin sendir nú næmingarnar í barnaskúlunum í jólafrí longu komandi mikudag, 15. desember. Hetta verður gjørt í roynd at støðga spjaðingini av korona í fólka- og privatskúlunum.

Hesum boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, frá á tíðindafundi í kvøld.

Skipanin er ikki galdandi fyri næmingar á serskúlum og fyri serflokkar, upplýsir Pernille Rosenkrantz-Theil, barna- og kenslumálaráðharri fyri Ritzau.

Sambært henni er tað ynskið hjá stjórnini, at børnini missa so fáar skúladagar, sum gjørligt.

- Tey skulu helst vera í skúla. Tá heilsumyndugleikin metir, at vit kunnu bíða við at senda tey heim til 15. desember, so er ongin orsøk at senda tey heim longu nú, sigur hon.

Tilmælið er, at næmingarnir fáa frálæru á netinum. Men royndirnar frá líknandi støðum sigur eisini, at tað kann vera trupult, serliga fyri tey yngstu næmingarnar.

Høvuðsboðskapurin á tíðindafundinum í kvøld var ein innilig áheitan á foreldur um at børn teirra verða koppsett.

Stjórnin mælir eisini frá, at jólaborðhald verða hildin í ár, og krav er eisini sett til náttarlívið og skeinkistøðini um, at latið verður aftur á midnátt. Hetta kemur í gildið longu fríggjakvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder