Innanlands

Ætlanir um príslækking fyri pendlarar í Eysturoyartunnlinum

Frá á nýggjárinum verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-10 12:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjar- og samferðslumálum, fram nýggja samferðslupakkan, sum ein arbeiðsbólkur av samgongutinglimum saman við Kristini Michelsen hava verið við til at snikka saman saman við landsstýrinum.

Í pakkanum liggur ein ætlann at gera tað bíligari at ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlarnar.

Ætlanin hjá samgonguni er, at tað nú verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Og tað verður munandi bíligari hjá pendlarum at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin eisini.

Lagt er upp til, at landskassin skal rinda tunnilsfelagnum 7 milliónir krónur árliga fyri at fíggja pendlaraskipanini, sum skal gera tað bíligari at koyra hjá teimum, sum brúka tunnilin nógv.

Skipanin leggur upp til, at tað verður munandi størri avsláttur fyri teir bilar, sum brúka tunnilin meira enn 20 ferðir um mánaðin.

Kostnaðurin fyri 40 túrar lækkar, sambært uppskotinum, úr 2.940 krónur niður í 2.100 krónur um mánaðin millum Eysturoynna og Streymoynna og úr 940 niður í 700 krónur tvørtur um fjørðin.

Møguligt verður eisini at keypa sær eitt ársgjald fyri 1.998 krónur um mánaðin norð/suður, 498 krónur tvørturum og 2.398 krónur fyri allar leiðir.

Henda skipanin er treytað av, at ein lógarpakki, sum landsstýrið hevur borið løgtinginum, verður samtyktur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder