Innanlands

Nú er bert ein innlagdur við koronu

Harvið eru fýra útskrivaði síðani í gjár. 69 tilburðir vóru í 2.689 kanningum í gjár, og harvið er smittutalið framvegis omanfyri 350

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-12-17 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin 16.12, vóru 69 koronutilburðir staðfestir í 2.689 kanningum. Tað upplýsir corona.fo í kvøld.

Tað gevur eitt positivprosent á beint yvir 2,5 og eitt smittutal á 364. Í gjár var tað 358. 

Tað sum er jaligt er, at nú er bert ein persónur er innlagdur við koronu í Føroyum, og hetta er lægsta talið í nakrar vikur. Í gjár var hetta talið fimm, og harvið er fýra av teimum, sum vóru á koronudeildini, útskrivað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder