Innanlands

Nú hevur tingfólk eisini fingið koronu

Fríggjadagin fekk eitt starvsfólk í umsitingini hjá løgtinginum staðfest koronu, og sambært jn.fo er korona nú eisini staðfest hjá einum tingfólki – Hvørt hetta fer at ávirka tingfundin í dag er ikki greitt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-20 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð boðað frá, at eitt starvsfólk í umsitingini hjá løgtinginum fekk staðfest koronu fríggjadagin, og tí heitti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður á tingfólk og onnur, sum starvast í tinginum um at lata seg kanna.

Løgtingsformaðurin segði við Útvarpið, at viðkomandi ikki hevði verið aðrastaðni enn heima og til arbeiðis, og tí var illgruni um, at smittan kundi stava úr umhvørvinum í løgtinginum.

Nú er greitt, at eitt tingfólk eisini er smittað við koronu. Tað skrivar jn.fo í dag.

Eftir ætlan skal 3. viðgerð av málinum um sammóðir vera í tinginum seinnapartin, og enn er ikki greitt, um íkomna støðan fær nakra ávirkan á hesa ætlanina. Á heimasíðuni hjá løgtinginum stendur tingfundurin enn til at byrja klokkan 13.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder