Innanlands

Bæði uppskotini um sammøður samtykt

Fleiri landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum høvdu tikið sæti á tingi aftur, og løgmaður hevði fríttstillað tinglimirnar í Sambandsflokkinum til at atkvøða eftir egnari sannføring, og úrslitið var, at málini vórðu samtykt við ávikavíst 17 og 18 atkvøðum fyri

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-20 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan uml. 13.30 byrjaði dagsins tingfundur – ein hálvan tíma seinni enn ætlað, og nakrar útskiftingar vóru í tinginum í dag.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard eru farin frá sum landsstýrisfólk, og hava tey sostatt tikið sæti á tingi aftur fyri Anniku Olsen og Brandur Sandoy, varafólk.

Kristianna Winther Poulsen hevur eisini tikið sæti fyri Ingilín Didriksen Strøm, sum er sjúk. Heðin Zachariassen, varamaður í Fólkaflokkinum hevur eisini biðið um farloyvi í eina viku, og sostatt kemur Annika Olsen inn aftur.

Tað vóru málini um sammøður, sum vóru á skránni, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, gjørdi í dag greitt, at Sambandsflokkurin fríttstillaði tinglimir at atkvøða eftir egnari sannføring.

Fyri løtu síðani vórðu uppskotini so samtykt við ávikavíst 17 og 18 fyri. 13 vóru ímóti og ein atkvøða var blank í báðum førum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder