Innanlands

Strandferðslan: Veðrið ávirkar ferðaætlanina komandi dagarnar

Í dag er eingin sigling á leið 58, og mánadagin og týsdagin kunnu væntast avlýsingar á Suðuroyarleiðini, og helst fer veðrið at ávirka aðrar leiðir eisini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-02 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag ávirkar veðrið siglingina hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan boðar á heimasíðuni frá, at eingin sigling er á leið 58 í dag, millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy.

Strandferðslan sigur eisini, at tað kunnu væntast fleiri broytingar og avlýsingar á bygda- og oyggjaleiðunum í morgin.

Longu nú er eisini boðað frá, at Smyril helst siglir úr Suðuroynni í morginárini klokkan seks, og av Havnini aftur klokkan 8.45, og síðani verður ikki siglt meira fyri dagin.

Týsdagin væntast veðrið eisini at ávirka siglingina á Suðuroyarleiðini. Møguliga verður ein fráferð úr Suðuroynni til Havnar og aftur, seint seinnapartin ella um kvøldið, men neyvari kunning um siglingina á leið 7 kemur seinni, verður sagt.

Í sambandi við fráferðina hjá Smyrli av Krambatanga í dag klokkan 17.30 verður heitt á bilførarar um at koma í bilrøðirnar í seinasta lagi ein tíma undan fráferð. Væntast kann, at akfør kunnu byrja at koyra umborð, 1 - 1,5 tíma áðrenn fráferð.

Strandferðslan leggur afturat, at avlýsingar eisini kunnu væntast á leið 60 og 61 millum Gomlurætt, og Skopun og Hest.

Roknast kann við, at eingin sigling verður á Hestleiðini í morgin, og tað sama við Sandoyarleiðini, men um viðrar í morginárini, verður møguliga ein túrur sigldur úr Skopun kl. 6.45 og av Gomlurætt klokkan 8.10.

Dagførd kl. 14.44

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder