Innanlands

Skaðabrim í Elduvík

Ein veggur á spælhúsinum varð sligin inn í ógvusliga briminum í nátt

(Mynd: Poul Johannes Reyná)

(Mynd: Poul Johannes Reyná)

2022-01-04 17:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hendi eisini skaði í Elduvík í illveðrinum í gjár og í nátt.

Brimið var ógvusligt, og tað breyt langt niðan um vegin, sum fer tvørtur um oyruna, frætta vit úr Elduvík.

Spælhúsið, sum stendur við lendingina í Elduvík fekk umfatandi skaða. Brimið slóð ein av betongveggunum inn, sum eisini sæst á myndini omanfyri.

Eisini eitt av gomlu laðaðu neystunum fekk skaða. Annars verður ikki boðað frá stórvegis skaða av vindi.

Myndirnar hevur Poul Johannes Reyná tikið



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder