placeholder

Koronapass: Løgmaður bíðar eftir farsóttarnevndini

Hóast tað at kalla er nyttuleyst, skulu fólk vísa koronupass tá tey skulu á matstovu, til ítróttatiltøk og annað. Løgmaður ger enn einaferð greitt, at hann ynskir ikki koronupass, men bíðar eftir boðum frá heilsufakliga myndugleikanum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-08 09:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronapassið er eitt av teimum tingunum, sum man er sinnaður at viðgera aftur nú, tá omikron frábrigdi er í umferð.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við Portalin. Koronupassið hevur verið í gildi í Føroyum síðani um miðjan november, og síðani er smittutrýstið økt munandi. Tað tykist at vera ein spurningur um tíð áðrenn brúkið av koronupassi innanlands steðgar.

Í Føroyum hava vit brúkt koronupass tá vit skulu støð, sum savna nógv fólk. Eitt nú á matstovum, í náttarlívinum, í ítróttarlívinum, men eisini tænastuveitarar við stuttari frástøðu til kundan so sum frisørar verða mæld til at krevja koronupass.

Tað er ivasamt, hvussu nógv koronupassið hjálpir upp á smittutrýstið, og landslæknin hevur eisini váttað fyri Portalinum, at passið at kalla er nyttuleyst nú omikron ger um seg. Heldur ikki eru vísinalig prógv fyri at koronupassið hevur virknaðin, tað er ætlað til.

Vil avtaka tað men heldur seg til farsóttarnevndina
Og er tað upp til løgmann, so varð koronupassið avtikið, men hægsti maður í landinum kastar ábyrgdina víðari á farsóttarnevndina. Tað er hon og fólkið, sum áttu avgerðina um koronupass.

- Øll vita helst hvat eg haldi um koronupassið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

[object Object]Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg helt ikki tá - tá koronupassið varð sett í gildi - og heldur ikki nú, at vit ikki skulu gera mun á fólki, og eg dugdi ikki at sígga tað stóra plussið við at hava koronupassið í gildi.

- Men tað var eitt fólksligt trýst og eisini farsóttarnevndin ynskti at seta tað í gildi. Eg valdi at leggja meg flatan og eftirlíka trýstinum, sum var tá, greiðir løgmaður frá.

- Tá tað er sagt, so er støðan eisini broytt, og nú er tað omikron-frábrigdi, sum smittar bæði koppsett og ókoppsett.

Fer løgmaður at geva farsóttarnevndini nøkur boð um koronupassið?

- Eg gevi teimum ikki boð. Vit samskifta væl um tingini. Tá vit samskifta, siga vit okkara hugsan og tey siga teirra hugsan. Og tað er eingin ivi um, at koronupass er eitt av teimum tingunum, man er sinnaður at hyggja uppá aftur nú, nú omikron-frábrigdið ger seg galdandi, sigur løgmaður frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder