2022-01-08 20:36
Ein samanstoytur var í kvøld millum tveir bilar á landsvegnum við flogvøllin í Vágum, við Hotel Vágar.
Løgreglan upplýsir, at trý fólk eru flutt á sjúkrahús. Enn vita tey á støðini í Havn ikki hvussu óhappið er hent, og heldur ikki hvussu støðan er hjá hesum trimum fólkunum.
Fráboðanin kom beint eftir klokkan 19 og í løtuni eru tey í Vágum í holt við at rudda bilarnar av vegnum. Meðan tað verður gjørt, verður ferðslan leidd ígjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald