Innanlands

Koronukanningar: Brúka hálva millión um dagin

Koronukanningar kosta tað hvíta út av eygunum. Bara hesa seinastu vikuna hevur Sjúkrahúsverkið brúkt yvir hálva millión um dagin til kanningar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-12 15:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

550.000 krónur.

Tað er knapt tað, sum Sjúkrahúsverkið hevur brúkt uppá koronukanningar í miðal um dagin hesa seinastu vikuna.

Hetta upplýsir Sjúkrahúsverkið fyri Portalinum í dag.

Síðani korona byrjaði, hava fólk verið hópkannað í bylgjum, men í nærum tríggjar mánaðar hevur nógv trýst verið á kanningunum, og tað eru fáir dagar har færri enn 2000 kanningar eru gjørdar. Hjá Sjúkrahúsverkinum eru kanningarnar ókeypis fyri tann, sum verður potaður, men gildið skal rindast onkursvegna.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Umleið 200 krónur fyri hvørja kanning

Kostnaðurin fyri eina poting íroknað greining av royndini er umleið 200 krónur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Thetis greina kanningar fyri Sjúkrahúsverkið.

Mánadagin vóru sera nógvar kanningar gjørdar, tá gott 3500 fólk vóru kannað á støðunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Metti kostnaðurin fyri mánadagin er 700.000 krónur.

Miðaltalið hesa seinastu vikuna er 2731 kanningar um dagin svarandi til ein kostnað upp á knapt 550.000 krónur um dagin hesa seinastu vikuna. Hetta er umleið 3,8 milliónir krónur seinastu sjey dagarnar.

Høvuðskanningarstøðirnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru í Hoydølum, Klaksvík, og Tvøroyri. Harafturat eru kanningarstøðir í Vágum, Vestmanna, Sandoy og Nólsoy.

Kanningar, sum verða gjørdar við landamørkini og á privatu kanningarstovuni Thetis telja ikki við í hesum tølunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder