Mentan

Fremsta Ronettes-sangarinnan deyð

Ronnie Spector gjørdist 78 ára gomul

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2022-01-13 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ronnie Spector, slóðbrótandi forsangarin í seksti ára gentubólkinum The Ronettes, er deyð. Hon gjørdist 78 ára gomul.

Hon gjørdist kend fyri sangir sum “Be my Baby”, “Baby I Love You” og “Walking in the Rain”.

Familja hennara hevur boðað frá, at hon doyði, 78 ára gomul, eftir eitt stutt stríð við krabbameini, skrivar BBC.

Hon varð fødd á Manhattan í 1943 sum Veronica Yvette Bennett, og gjørdist kend við at syngja saman við eldri systur síni Estelle og systkinabarninum, Nedra Talley.

Tað var við teirra ógvusliga brúki av mascara og høgt uppsetta hári, at heimurin fekk eyguni upp fyri The Ronettes.

Ronnie giftist í 1968 við tónleikaframleiðaranum, Phil Spector, ið var maðurin aftan fyri sermerkta ljóðið, “wall of sound”. Tey vóru gift í seks ár og ættleiddu trý børn áðrenn tey fóru frá hvørjum øðrum.

Eftir hjúnaskilnaðin avdúkaði Ronnie, at Phil Spector hevði misnýtt hana. Í ævisøgu síni skrivar hon, at Phil hevði eina kistu standandi í kjallaranum í húsunum fyri at minna hana á, at hann fór at drepa hana, um hon fór frá honum. Í 1972 flýggjaði hon heimanífrá, berføtt.

Tað var Phil Spector, sum framleiddi hittini “Be My Baby” og “Baby I Love You”. Phil Spector doyði í fjør, fongslaður í einum drápsmáli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder