
Nú omikronfrábrigdi breiðir seg kring allan heimin og fleiri serfrøðingar vilja vera við, at endin á koronufarsóttini nærkast, fara føroyingar undir at koppseta børn.
Koppsetingarnar av børnum í aldrinum 5 til 11 ár vera gjørdar frá í morgin. Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá á korona.fo í dag.
Koppsetingin fer fram hjá apoteksverkinum, men tað eru heilsufrøðingar, ið taka sær av sjálvari koppsetingini, og sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av teimum. Lækni frá sjúkrahúsverkinum verður eisini knýttur at tí einstaka koppsetingarstaðnum.
Í fyrstu syftu ber bara til at bíleggja tíð til koppseting á Tjaldurs Apoteki í Havn, men í næstum væntast Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri og Norðoya Apotek í Klaksvík eisini at verða umfatað av skipanini. Tá fer eisini at bera til at velja tey bæði koppsetingarstøðini á korona.fo til aldursbólkin 5-11 ár.
Samtykki krevst til koppseting av børnunum, og tí er umráðandi, at annað foreldrið ella møguligur verji hjá barninum er við til koppsetingina at vátta bíleggingina. Fyri at sleppa undan ov nógvum trongsli á koppsetingarstaðnum verður tó mælt til, at bara eitt vaksið fólk kemur við hvørjum barni, sigur Sjúkrahúsverkið.
Les eisini: Halda tað vera skeivt at koppseta børn


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald