Innanlands

Innløgd við koronu ikki longur við í yvirlitinum

Nú verða bara sjúklingar har korona er innleggingarorsøk taldir við í hagtølunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Talið er nú fimm. 390 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-14 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talið á innløgdum er kvinkað eitt vet upp eftir. Tað eru nú tilsamans níggju fólk innløgd við koronu í mun til sjey í gjár. Fimm av teimum vegna koronu, og fýra av aðrari orsøk.

Talið niðanfyri, og tað sum sæst á forsíðuni á Portalinum, er ikki broytt. Orsøkin er, at sjúkrahúsverkið hevur framt eina broyting í skrásetingini av hagtølum um koronu.

Broytingin hevur við sær, at talið av innløgdum vísir framyvir talið av persónum, sum eru innlagdir vegna korona. Tað vil siga, talið av persónum við korona, sum eru innlagdir av aðrari orsøk, verða ikki fevndir av yvirlitinum yvir hagtøl um korona í Føroyum.

Talið á nýggjum smittutilburðum er methøgt. Í gjár vóru 390 tilburðir staðfestir í 3774 kanningum. Hetta er tað hægsta talið, sum er staðfest í Føroyum, og tekur metið frá mánadegnum tá 382 tilburðir vórðu.

1985 fólk eru í løtuni positiv við koronu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder