Mentan

Guðrun & Guðrun fáa Heiðursgávu Landsins

Stjørnutroyggjan gav føroyskari binding og sniðgeving luft undir veingirnar

(Savnsmynd: Beinta á Torkilsheyggi)

(Savnsmynd: Beinta á Torkilsheyggi)

2022-01-19 20:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein fyritøka, nýskapandi klædnafyritøkan Guðrun & Guðrun, sum fær tignarligu mentanarheiðurin Heiðursgáva Landsins 2021 á 75.000 krónur.

Tær báðar, Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir fáa heiðurin fyri teirra slóðbrótandi sniðgevingararbeiði.

Fyritøkan Guðrun & Guðrun byrjaði í 2002, og fekk veruliga luft undir veingirnar, tá Sofie Gråbøl, í leiklutinum sum Sarah Lund, lat seg í stjørnutroyggjuna í sjónvarpsrøðini  “Forbrydelsen”

Jenis av Rana, landsstýrismaður, visti at siga, at íblásturin til stjørnutroyggjuna, ið gjørdist móti í Føroyum, eins væl og í Japan og New York, kemur frá eini gamlari skipstroyggju sunnan úr Vági.

[object Object]Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir takka fyri heiðursgávuna í SALT á Tvøroyri (Skíggjamynd: kvf.fo)



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder