Síðani 10. desember hevur lítið virksemi verið á barrum og náttklubbum kring landið. Serliga í høvuðsstaðnum hava tilmælini verið fylgd, og dyrnar eru lætnar aftur klokkan 23.
Men nú verður opið sum vit kenna tað áðrenn korona kom og spiltið spælið. Flestu skeinkistøðini í høvuðsstaðnum boða hesa vikuna frá, at tey um vikuskiftið lata upp aftur sum vant og hava opið til klokkan 4.
Millum annað Luux, Basecamp, Bassalt, Taboo, Irish Pub, Glitnir og Essabarr.
Sum skilst hava skeinkistøð í Klaksvík og Runavík havt opið til klokkan 4 um náttina í fleiri vikur.
Tilmæli hjá landsstýrinum er framvegis at skeinkistøð- og matstovur skulu lata aftur klokkan 23.
Lógaruppskot um stuðul til skeinkistøð fór til hoyringar í gjár. Tey sum lúka treytirnar fáa eftir uppskotinum 100 prosent av føstum útreiðslum endurgoldnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald