
Ferðslupolitiið gjørdi í gjár miðvís átøk kring landið.
Í Eysturoynni vóru tríggir bilførarar tiknir, sum koyrdu skjótari enn loyvt var í óbygdum øki. Ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, meðan tveir fingu klipp í kortið.
Nakrir bilførarar í Klaksvík uppførdu seg heldur ikki eftir ferðslulógini í gjár, tá løgreglan stegaði nøkrum teirra. Sjey tosaðu í fartelefon, tríggir sótu ikki í trygdarsela og ein hevði ikki koyrikort uppi á sær. Hetta fáa teir bót fyri.
Afturvendandi hjá løgregluni er at taka nummarplátur av bilum, har vegskatturin ikki er goldin. Í nátt vóru fólk frá politinum og tóku millum 10 og 15 nummarplátur. Akstovan læt í oktober løgregluni 436 mál um vegskattaeftirstøður fyri seinna hálvár 2021.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.
Eisini varð ein bilur steðgaður í nátt, og hann varð standandi. Tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsevni, og hevðu heldur ikki førararætt. Bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður og fyri at koyra uttan koyrikort.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald