2022-01-21 17:29

Sera góð tøl frá heilsumyndugleikunum í dag. Eingin er innlagdur av og heldur ikki við koronu. Annars hevur tað allatíð verið minst ein innlagdur seinastu tveir mánaðirnar, men nú er altso eingin.
Nógvir tilburðir verða staðfestir kortini. Í 3606 kanningum, sum vórðu gjørdar í gjár, vóru 533 av teimum positivar. 390 fólk vórðu staðfest frísk aftur, og talið á positum í løtuni er komið upp á 3859 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald