Innanlands

Josefina og Birita latið nýggja frisørsalong upp í Hoyvík

Salong 188 er latin upp á Karlamagnusarbreyt

Josefina Vang og Birita Ingadóttir (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Josefina Vang og Birita Ingadóttir (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-01-21 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Torshavn.fo: Handlar og fyritøkur í hópatali lata upp við Karlamagnusarbreyt. Nýggjasta skotið er Salong 188, sum er fyrsta frisørsalongin í hesum nýggja ídnaðar- og handilsøkinum í Hoyvík.

Tað eru tær báðar Josefina Vang og Birita Ingadóttir, sum eiga salongina, sum hevði móttøku nú seinnapartin. Sum vant, tá nýggjar fyritøkur lata upp, vitjaði borgarstjórin inn á gólvið við einum blómutyssi. 

Salong 188 er á Karlamagnusarbreyt 5A, tað er hornið út móti vegnum á triðja húsinum á vinsru hond, tá koyrt verður frá kirkjuni og niðan eftir Karlamagnusarbreyt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder