placeholder
Uttanlands

75 ára gamal franskur rógvari funnin deyður

Jean-Jacques Savin ætlaði at rógva frá Portugal til Karibia – Ferðin, sum byrjaði 1. januar, fekk um vikuskiftið ein brádligan enda

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2022-01-23 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franski rógvarin Jean-Jacques Savin varð leygardagin funnin deyður á sjónum uttanfyri Asorunum.

75 ára gamli Savin ætlaði at rógva tvørturum Atlantshavið. Hann byrjaði ferð sína út fyri Portugal 1. januar, og var endamálið at rógva allan vegin til Karibia.

Hendan ætlanin var hansara máti at "flenna eftir aldurdóminum", hevur hann sagt.

Stutt eftir nýggjár noyddi veðrið hann at taka eina aðra leið, sum fór at leingja ferð hansara við 900 kilometrum, skrivar Ritzau.

Báturin hjá Savin var átta metrar langur og 170 centimetrar breiður. Hann hevði tvær árur og tvey lítil sovipláss. Leygardagin varð hann tó funnin deyður í bátinum. Umstøðurnar eru enn ógreiðar.

Tað var fríggjanáttina, at Savin sendi tvey neyðsignal út og boðaði frá, at hann hevði stórar trupulleikar. Hetta var seinastu ferð nakar hoyrdi nakað frá honum.

Í 2019 ferðaðist Savin eisini einsamallur um Atlantshavið í einari serligari tunnu. Hesin túrurin tók 127 dagar, og vórðu túsundatals fólk, sum fylgjdu við ferðini á Facebook.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder