Innanlands

Veðrið ávirkar bygdaleiðir

Nógvi vindurin ávirkar koyringina á leið 410 og 506, og roknast kann við fleiri broytingum og avlýsingum, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-23 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur er í løtuni, og tað hevur m.a. við sær, at nakrar avlýsingar hava verið á Bygdaleiðum.

Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er fyribils eingin koyring á leið 410 millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík, og á leið 506, ið koyrir millum Trøllanes og Syðradal.

Strandferðslan sigur eisini, at roknast kann við broytingum og avlýsingum í ferðsluni á bæði oyggja- og bygdaleiðunum.

Landsverk boðar í løtuni frá nógvum vindi um alt landið. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder