Uttanlands

Turkaland: Tíðindakvinna handtikin fyri at fornerma Erdogan

Siðleyst, sigur talsfólk hjá turkiska forsetanum – Álop á talufrælsið, siga miðlafólk í Turkalandi

Síðan Erdogan gjørdist forseti eru nærum 13.000 fólk dømd fyri at hava fornermað forsetan (Savnsmynd)

Síðan Erdogan gjørdist forseti eru nærum 13.000 fólk dømd fyri at hava fornermað forsetan (Savnsmynd)

2022-01-23 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikar í Turkalandi hava handtikið eina kenda tíðindakvinnu, sum nú er ákærd fyri at hava fornermað landsins forseta, Recep Tayyip Erdogan.

Tíðindakvinnan, Seded Kabas arbeiðir í sjónvarpinum, og tað var í einari sjónvarpssending, at hon skal eitast at hava fornermað hann.

Sambært sakførara hennara, varð Sedef Kabas handtikin í heimi sínum leygarnáttina, fáar tímar eftir, at hon var komin við einari viðmerking um Erdogan, sum hon eisini hevði deilt á Twitter við sínum uml. 900.000 fylgjarum.

Í Turkalandi kann ein verða revsaður við fongsli í upp til fýra ár fyri at fornerma forsetan.

Sambært Ritzau sigur talsfólk hjá Erdogan, at viðmerkingin hjá henni var siðleys og ábyrgdarleys, men turkiska felagið fyri miðlafólk sigur, at handtøkan av Sedef Kabas var eitt álvarsamt álop á talufrælsið.

Í 2020 kannaðu turkiskir myndugleikar yvir 31.000 líknandi mál, og nærum 8.000 av hesum endaðu við skuldseting, og 3.325 endaðu við dómi, vísa upplýsingar frá turkiska løgmálaráðnum.

Mannarættindafelagsskapir hava eisini ferð eftir ferð lagt Turkaland undir at undirgrava pressufrælsið við at handtaka miðlafólk og steingja miðlar, sum finnast at stjórnini.

Síðan Erdogan gjørdist forseti í 2014 eru nærum 13.000 fólk dømd fyri at fornerma forsetan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder