Síðani dagføringina fyri hósdagin, hevur talið á innleggingum av koronu verið null, og dagføringin í dag sigur eisini, at eingin er innlagdur av koronu í Føroyum. Hinvegin eru tvey fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum av aðrari orsøk, men eru testaði positiv við koronu.
Talið á nýggjum tilburðum er lækkað eitt vet síðani øgiliga høgu tølini fyrr í vikuni. Í gjár vóru 518 tilburðir staðfestir í 2619 kanningum. 408 fólk eru staðfesti frísk aftur, eftir at hava verið positiv við koronu.
4172 eru positiv við koronu í løtuni, og tað er næstan átta prosent av fólkatalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald