Innanlands

Nýggj sethús reist í Vági

Tað er ikki gerandiskostur í Vági, at sethús verða reist. Undan jólum vóru fyrstu sethúsini í Vági í eini 6-7 ár reist, og í vikuni var enn eitt hús reist í bygdini

Mynd: Suðurrás

Mynd: Suðurrás

2022-01-23 21:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan jólum vórðu reist nýggja sethús í Tøðuni í vestara parti av Vági og hetta var fyrsta sethúsið, sum er nýbygt í Vági, í eini 6-7 ár.

Í dag varð so enn eitt nýtt sethús reist í Vági, hesaferð uppi í Fjallinum. Tað skrivar Suðurrás.

Býlingurin uppi í Fjallinum tók skap síðst í 1980árunum og eru tað nógv ár síðani at nýggj sethús eru bygd í Fjallinum, hóast nøkur grundstykki hava verið tøk.

Flestu kommunalu grundstykkini í Fjallinum eru nú seld og í vikuni vórðu eini sethús reist í Fjallinum. Suðurrás skrivar, at onnur sethús eisini eru ávegis í Fjallinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder