Korona verður skjótt ikki at roknað sum ein farsótt og ein "samfelagsliga hóttandi sjúka" í Danmark.
Hetta hevur ligið í luftuni í eina tíð, men tað tykist at vera greitt nú, at allarflestu avmarkingarnar skjótt fella burtur - har ímillum krav um koronupass á ymsum støðum.
Tað skrivar millum annað TV2, ið hevur frætt frá keldum í ella tætt við farsóttarnevndina, sum hevur havt fund í dag. Nevndin fer nú at mæla politisku myndugleikunum og farsóttarnevndini í sjálvum Fólkatingininum, har umboð fyri ymsu flokkarnar eru við í, at strika avmarkingarnar, so at frá 1. februar verður tað næstan bert krav um kanning við landamarkið og møguligt sóttarhald.
Nevndu myndugleikar taka endaligu avgerðina um hetta, og væntast kann at nærri kunning kemur í morgin.
Serfrøðingar eru ymsir á máli um hetta er rætta tíðin at gera hetta, men greitt er, at Omikron-frábrigdi hevur økt munandi um koronutilburðirnar, men at tað í høvuðsheitinum ikki ger fólk serliga sjúk, og at tað hesa næstu tíðina í sín mun fer at gera enda á farsóttini.
Og um tað gongur, sum danska farsóttarnevndin ynskir, so verður korona ikki mett sum ein "samfelagsliga hóttandi sjúk" frá 5. februar - tá er náttarlívið helst latið upp aftur, koronupassið verður ikki nýtt sum krav o.s.fr.
46.590 koronutilburðir vóru skrásettir í yvir 200.000 PCR-kanningum í gjár. 918 fólk eru innløgd við koronu, tó eru millum 30 og 40 prosent av hesum ikki innløgd orsakað av koronu. Fleri serfrøðingar mæla til at lata koppsetingar- og kanningarmiðstøðir aftur, nú Dammark nærkast floksórini móti korona.
Í Føroyum verður stigvíst linkað viðvíkjandi millum annað sóttarhaldi komandi vikurnar, til øll tilmæli fara úr gildi síðst í februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald