Talið á dagligum brúkarum á heimsins størsta sosiala miðli, Facebook, minkaði eitt vet í fjórða ársfjórðingi í mun til triðja ársfjórðing í 2021.
Tað skrivar miðilin The Verge.
Hetta er fyrstu ferð at Facebook hevur kunngjørt, at talið á brúkarum gongur annað enn upp eftir. Frá 1,930 mia brúkarum í triðja til 1,929 mia í fjórða ársfjórðing.
Hóast langt undir tí vøkstrinum sum miðilin annars hevur havt higartil, so vaks talið á mánaðarligum brúkarum í sama tíðarskeiði eitt lítið vet. Frá 2,910 mia brúkarar til 2,912 mia brúkarar.
Partabrævamarknaðurin tók ikki væl ímóti frágreiðingini frá Facebook. Virðið á móðurfelagnum hjá sosiala miðlinum, Meta, fall við umleið 20 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald