Mentan

Myndir: Føroysk borðreiðing - ein vinna í støðugari menning

Føroysku matstovufólkini geva danska matummælaranum, Bent Christensen, sum hevur givið út matstovuguidina Faroe Best út, stóran part av æruni fyri framgongdini, sum bæði matstovuvinnan og ferðafólkavinnan hava havt seinastu árini

Janus Einar Sørensen, høvuðskokkur á Muknastovu umborð á Norrønu, Húsagarði og Hotel Hafnia tók ímóti trimum heiðrum í gjárkvøldið: Ársins kokkaprofilur, Ársins matstova innan fisk og skeljadjór (Munkastova) og Ársins matstova innan omaná og køkur (Munkastova) (Mynd: Sverri Egholm)

Janus Einar Sørensen, høvuðskokkur á Muknastovu umborð á Norrønu, Húsagarði og Hotel Hafnia tók ímóti trimum heiðrum í gjárkvøldið: Ársins kokkaprofilur, Ársins matstova innan fisk og skeljadjór (Munkastova) og Ársins matstova innan omaná og køkur (Munkastova) (Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-07 12:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin ivi er um, at føroyska matstovuvinnan hevur ment seg við risafetum hesi seinastu árini. Ein orsøk til hesa ógvusligu menningina er uttan iva, at serliga útlendskir kokkar og matummælarar fóru at vísa áhuga fyri góðu føroysku rávøruni.

Og ein teirra – ella rættari sagt tann – sum vísti umheiminum á, at føroyski maturin var nakað heilt unikt, er danski matummælarin, Bent Christensen.

Í gjárkvøldið var heiðursdøgurði á matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan, har Bent Christensen hevði høvi at heiðra føroyskum matstovum, kokkum og øðrum av týdningi innan føroyska matvinnu.

Hetta í sambandið við, at hann hevur givið út fyrstu føroysku ‘matguidina’, Faroe Best 2022 við ‘Den danske Spiseguide’, sum fyrimynd.

Ætlanin var at avdúka og heiðra teimum, ið vórðu kosin í november mánaði, tá guidin kom út, men tað tiltakið varð, sum so nógv annað, útsett. Tí hendi onki óvæntað í so mána í gjárkvøldið, tí vinnararnir vóru kunngjørdir frammanundan.

Men hátíðarligt var tað kortini, tá teir fýra, Leif Sørensen, Gutti Winther, John Mikkelsen og Birgir Enni vórðu kosnir serligar fyrimyndir – ikon – á sínum økjum. Leif sum undangongumaður í matkynstri í Føroyum, Gutti fyri sítt kokkakynstur, men serliga síni miðlan av føroyskari matgleði, John fyri fyrimyndarligan vertsskap og Birgir Enni fyri sít slóðbrótandi arbeiði at gera vart við skeljamat og annað góðmeti úr sjónum.G

[object Object]
Gutti Winther

[object Object]Leif Sørensen

[object Object]Birgir Enni

[object Object]John Mikkelsen

Les meira her: Fýra ikon innan føroyska matlist    

Í sínum takkarrøðum vendu teir tøkkini aftur ímóti Bent Christensen og vístu á, at tann áhugin hann hevur víst fyri føroyskum mati, og tað ídni hann hevur talað gott fyri føroyskum mati úti í heimi eigur størsta heiðurin fyri, at føroyska matvinnan hevur ment seg so nógv sum hon hevur gjørt. Og harvið eisini øll ferðavinnan, tí hesi bæði tingini hoyra saman.

Bent Christensen nýtti høvið til at koma við nøkrum hugleiðingum um føroysku matstovuvinnuna. Tað eru bert knapt 15 ár síðan hann kom til Føroya á fyrsta sinni, og vísti á ta broyting, sum er hend. Tað, sum øtaði hann mest tá var, at ein ikki kundi keypa føroyskt lambskjøt á matstovunum, og at fiskur og skeljadjór stórt sæð ikki var at fáa.

Nógv er bøtt á hesum øki, men enn vantar eitt sindur í, heldur royndi danski matummælarin.

- Tit kundu gott gjørt tykkum størri ómak við omaná-rættunum, dessertunum. Tað er sum um, at tað ikki verður løgd líka stór orka í endamáltíðina, sum í hinar rættirnar, helt hann millum annað.

Eisini saknar hannn fleiri ymsar fiskarættir á matarkortunum. Flatfiskur, so sum tunga, er ikki lættur at fáa fatur á, og so saknar hann eisini tey ‘nýggju’ fiskasløgini. Tað kundi verið roynt meira við eitt nú makreli og lodnu, helt Bent Christensen.

Enn er ikki avgjørt, um hildið verður fram við Faroe Best-guidini og um eitt slíkt hátíðarhald verður aftur um eitt ár. Tað veldst eitt sindur um undirtøkuna, og áhugan hjá fyritøkum í at stuðla virkseminum.

Hetta er neyðugt, vísti Bent Christensen á, tí hann og ummælaralið hansara hava tað prinsipp, at tey helst vilja vera anonym, um tað ber til, og at tey vilja rinda fyri allar máltíðirnar, tey royna.

- Vit vilja ikki vera gestir og fáa matin ókeypis. Tí so kunnu vit ikki tilláta okkum at koma við kritikki, um tað skuldi verið neyðugt, vísti hann á.

Les eisini:

Koks er ársins matstova í Føroyum 

Hesar 18 matstovurnar fáa viðmæli í Faroe Best 

Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder