2022-02-23 08:44
Fólkaflokkurin hevur innstilað tingmannin Una Rasmussen sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum. Tað váttar hann fyri útvarpinum í morgun.
Flokkurin hevur stóran part av mánadegnum og í gjárkvøldið fundast um, hvør skuldi vera nýggjur fíggjarmálaráðharri eftir at Jørgen Niclasen legði frá sær í síðstu viku aftaná rúsdrekkakoyring.
Málið er farið víðari til løgmann sum tilnevnir landsstýrisfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald