Innanlands

Landssjúkrahúsið fyllir 98 ár

Í hesum sambandi bjóðar sjúkrahúsið øllum innløgdum ræst kjøt og lagkøku – Drotning Alexandrines Hospital, har m.a. føðideildin heldur til í dag, varð tikið í nýtslu í 1924

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-02-23 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fyllir Landssjúkrahúsið 98 ár.

Drotning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu á hesum degi í 1924. Tað er har, sum m.a. føðideildin heldur til í dag.

Seinastu mongu árini hevur Landssjúkrahúsið bjóðað øllum innløgdum ræst kjøt, tá føðingardagur er, og so verður eisini í dag.

[object Object]

[object Object]

– Seinnu dagarnar hava hollu og hugagoðu starvsfólkini í Køkinum rigga til. Kjøtið er skorið, lagkøkur bakaðar og eisini tey, ið hava ilt við at tyggja, fáa ræst kjøt og kaku, sum er serliga tilgjørt, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.

Lagt verður afturat, at bæði Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, og Gudna á Rógvi, køksleiðari, eisini fylla í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder