Innanlands

Súsanna Poulsen verður nýggjur stjóri í FK

Hon tekur við 1. juni eftir Finn Nielsen, sum hevur røkt starvið sum stjóri í Føroya Keypssamtøku seinastu 40 árini

Súsanna Poulsen (Mynd: fk.fo)

Súsanna Poulsen (Mynd: fk.fo)

2022-03-18 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar varð boðað frá, at Finn Nielsen, sum í góð 40 ár hevði røkt starvið sum stjóri í Føroya Kepssamtøku, hevði biðið um at verða loystur úr starvi, og tí hevur verið leitið eftir nýggjum stjóra.

Nú er greitt, at Súsanna Poulsen fer at yvirtaka stjórastarvið 1. juni. Tað boðar Jákup Danielsen, formaður í Føroya Keypssamtøku frá á heimasíðuni í dag.

Súsanna Poulsen er 47 ára gomul og ættað úr Havn. Hon hevur drúgvar royndir innan detailhandil og kemur frá einum starvi sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder