placeholder
Innanlands

Veljarakanning: Fólkaflokkurin sær út til at vinna innaftur

Nýggjasta veljarakanningin, sum er kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti í dag vísir, at samgongan enn vantar nógv í at finna sær meiriluta á løgtingi

Christian Andreasen, nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, fær nøkur góð orð við á leiðini frá gamla formanninum, Jørgeni Niclasen (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Christian Andreasen, nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, fær nøkur góð orð við á leiðini frá gamla formanninum, Jørgeni Niclasen (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-03-19 08:40 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Samgonguflokkarnir høvdu so dyggiliga tapt valið, um løgtingsval hevði verið í dag. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti í hesi vikuni.

Men úrslitið hevði ikki verið eins katastrofalt, sum tað sá út seinast, tá Spyr.fo gjørdi slíka kanning fyri henda miðilin.

Nýggjasta kanningin vísir, at núverandi samgonguflokkarnir høvdu fingið 14 tingsessir móti 19 til andstøðuflokkarnar.

Fólkaflokkurin hevði mist tvey fólk og Sambandsflokkurin eitt og flokkarnir høvdu verið javnt stórir á tingi.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 10 tingfólk, Tjóðveldi hevði varðveitt síni seks, meðan Framsókn hevði fingið tríggjar tinglimir, um val var nú.

Miðflokkurin hevði varðveitt sínar sessir og Sjálvstýri hevði mist sín.

Henda nýggjasta kanningin kundi bent á, at tað er eydnast Fólkaflokkinum at venda vánaligu gongdini, hóast flokkurin lá í formansloysi, tá kanningin varð gjørd mikudagin, við tað at Jørgen Niclasen eftir ein óhepnan biltur við kenning í februar, hevði boðað frá, at hann sigur seg frá sum formann.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder