Uttanlands

Will Smith langaði vertinum ein lúsing

Dramatikkur undir Oscar-handanini í nátt

2022-03-28 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein óvæntað hending hendi undirhandanini av Oscar virðislønunum í nátt.

Sjónleikarin Will Smith fór upp á pallin og gav skemtaranum Chris Rock ein upp á kjaftin eftir at hesin hevðu gjørt gjøldur burtur úr konu Will Smith, Jada Pinkett Smith.

Sambært miðlunum er enn óvist, um talan var um eina ætlaða hending, ella um bon var verulig.

Rock gjørdi gjøldur burtur úr Jada Pinkett Smith, tí hon hevur sjúkuna alopecia, ið ger, at hon missir hárið. Hann kallaði hana fyri J. I. Jane og sipaði til filmin av sama navni, har kvinnuligi høvuðsleikarin rakar hárið av høvdinum.

Will Smith fekk seinni handað Oscar-virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklut í filminum “King Richard”.

Undir takkarrøðuni bað Will Smith um umbering.

- Kærleiki fær teg til at gera tápulig ting, segði hann millum annað. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder