
Í Sunda kommunu er ein verkætlan í gongd, sum snýr seg um, at í hvørt húsarhald í kommununi skal hava fipurnet.
Arbeitt verður í løtuni við at leggja hetta inn, og nú er tað Streymnes, ið eigur tørn.
- Í løtuni verður arbeitt við at leggja fipur kaðlarnar á Streymnesvegi frá nr. 114 til 50. Arbeitt verður har í økinum nakrar vikur fram og flyta seg síðan heim eftir Streymnesvegnum.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari og boðar samstundis frá, at í sambandi við arbeiði kann ferðslan verða tarnað á Streymnesvegi; heitt verður á fólk um at vísa varsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald