Í gjár var móttøka í Klaksvík í sambandi við at nýggja samstarvsavtalu er gjørd millum Bil & Dekkverkstaðið í Klaksvík og Bilrøkt.
Tað verður nú soleiðis, at allir KIA, MG og ISUZU kundar ikki nýtast at fara til Havnar til service longur, tí nú kann man fá hetta gjørt í Klaksvík á Bil & Dekk verkstaðnum.
Eisini ber til at royna nýggjar KIA, MG og ISUZU bilar á Bil & Dekkverkstaðnum sum kemur at umboða Bilrøkt í Klaksvík frameftir.
- Vit eru sera glaðir fyri hesa samstarvsavtalu við Bil & Dekkverkstaðið, sum heilt sikkurt verður gott fyri okkara viðskiftafólk her norðuri sigur Vinjard Johansen, sølustjóri á Bilrøkt.
Jóhan Waag Høgnesen sum er seljari hjá okkum, og sum er úr Klaksvík, kemur at vitja norðanfyri av og á soleiðis at vit eisini kunnu bjóða okkara góðu tænastu til Norðoyingar, sigur Vinjard Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald