placeholder
Uttanlands

Ukrainsku herfólkini í Mariupol fingið freist at geva seg yvir

Russland hevur givið ukreinsku herfólkunum freist til klokkan 11 at geva seg yvir - sí myndir úr sundurbumbaða havnarbýnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-17 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga í morgun byrjaði urið av álvara at ganga fyri ukreinsku herfólkunum, sum framvegis stríðast við at verja havnarbýin Mariupol.

Russland hevur nevniliga sett teimum eina seinastu freist: Herfólkini skulu geva seg yvir og leggja vápnini millum klokkan fýra og ellivu í dag okkara tíð, um tey vilja eirast og verða handfarin sum krígsfangar sambært Geneve-sáttmálanum.

Tað boðaði russiska verjumálaráðið frá í gjárkvøldið, sambært Reuters.

Mariupol hevur verið kringsettur  av russiska herinum síðan kríggið byrjaði, uttan at tað er eydnast russum at fáa fult tamarhald á býnum.

Fyribils eru ongin boð komin um, hvussu ukrainsku herfólkini hava tikið ímóti russisku kravboðunum, skrivar dr.dk í morgun.

Myndirnar herundir eru tiknar av russiska myndamanninum Sergej Ilnitskij undir eini vitjan í kringsetta býnum, sum russiski herurin skipaði fyri. Fleiri av myndunum eru innan úr tí einaferð so stásiliga sjónleikahúsinum í býnum:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder