2022-04-24 11:59
Seinnapartin í gjár varð tyrlan boðsend eftir einari kvinnu nærindis Trøllanes.
Tað skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Sambært løgregluni var kvinnan við einum ferðaliði á Kallinum, har hon beklaði, og fekk skaða í beinið, og varð tyrlan tí boðsend. Um talan var um eitt føroyskt ella útlendskt ferðalið verður ikki upplýst.
Kvinnan varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald