
Upprunaliga skuldi messan verið hildin í mai 2021, men hesum forðaði covid-19 farsóttin fyri.
Áhugin er stórur, nú aftur er frítt at ferðast millum lond, og verða hallirnar fullsettar av framsýnarum, sum telja heili 191 fyritøkur úr 17 ymiskum londum. Atlantic Fair er í døgunum frá 17. til 19. mai.
Høvuðsstaðurin nærri fiskivinnuhøvuðsstaðnum
Síðan seinastu messu er Eysturoyartunnilin latin upp, og er farleiðin millum báðar høvuðsstaðirnar munandi stytt. Fleiri gistingarhús eru komin, og tað ger, at útlendsk vitjandi betur kunnu uppliva, hvat føroyskt vinnulív og Føroyar annars hava at bjóða.
Umframt sjálva framsýningina verða eisini áhugaverdir fyrilestrar, sum varpa ljós vinnulívið umframt aktuell mál í samfelagnum. Millum fyrilestrarhaldararnar er eisini gestur úr Hetlandi, sum fer at umrøða sera áhugaverdu og spennandi orkuætlaninar, sum hetlendingar hava á skránni og fegnir vilja kunna føroyingar um.
Tað verður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum týsdagin kl. 10:30 fer at seta messuna, aftaná at Karl Johansen borgarstjóri hevur boðið vælkomin.
Messan er fyri øll áhugað og hevur opið hesar dagar:
Týsdag | 17. mai | 10:00 – 17:00 |
Mikudag | 18. mai | 10:00 – 17:00 |
Hósdag | 19. mai | 10:00 – 16:00 |
Kostnaður: kr. 125,00, og er fyri allar tríggjar dagarnar.
Aldursmark: 15 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald