
Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður vikuskiftið 7. og 8. mai
Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.
Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.
Vikuskiftið, sum er 7. og 8. mai, er opið frá klokkan 14 til klokkan 20 báðar dagar.
Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur, eins og onkur sum selur viðfestisvognar, umframt kampingvognar.fo við í ár. Hesar bilasølur eru við: Reyni Service, Berg Motors, Auto Service, Nordbil og Tesla Import & Elakfør.
Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.
Á stevnununi er handlar sum selja selja súkklur og rennihjól, teldur, príðislutir, bona og vaska bilar, barnaútgerð, tekniska útgerð til skip, tógvhandil, timbur gólv o,a eins so fíggingarstovnur og SEV
Tað verður okkurt hjá børnum t.d hoppiborg og andlitsmáling. Eisini er køkutombola, skriva tey í Tvøroyrar nýggjársnevnd í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald