Innanlands

Skála skúli vann Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags annað árið á rað

Hetta fyri at hava skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Fyri tað fær Skála skúli 25.000 krónur

Hátíðarhald var á Skála í gjár, í samband við at skúlin aftur hevur vunnið virðislønina (Mynd: runavik.fo)

Hátíðarhald var á Skála í gjár, í samband við at skúlin aftur hevur vunnið virðislønina (Mynd: runavik.fo)

2022-05-05 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var hátíðarhald í Skála skúla, í samband við at skúlin annað árið á rað hevur vunnið Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at fleiri av næmingunum og lærarunum høvdu orðið, forkvinnan í Umhvørvisnevnd býráðsins, Jonnhild Reynholdsdóttir, flutti fram røðu, og borgarstjórin ynskti skúla, lærarum og næmingum hjartaliga til lukku við hesum, "at liggja í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um burðardygd í samspælinum millum okkum og natúruna"

Í fráboðan frá Lærafelagnum stendur millum annað, at "Skála skúli hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum".

Fyri hetta varð ein upphædd á 25.000 krónur handað frá Betri samtakinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder