Innanlands

Beint omanfyri 60 hval lagt beinini í Sandagerði

Drápið gekk skjótt og væl, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður

2022-05-07 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð funnin í Hestfirði á middegi, legði fyri løtu síðani beinini í Sandagerði.

Kristjan Martin Joensen, sýslumaður sigur, at drápið tók einar 12-13 minuttir, og tað gekk væl.

Sum skilst er talan um beint omanfyri 60 hval. Hvussu grindin verður býtt veit sýslumaðurin enn ikki at siga.

Hetta er fyrsta grindin, sum hevur lagt beinini í Føroyum í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder