Mentan

Vágs kvøldskúli hevur framsýning

27. mai verður framsýning av handaliga tilvirkaðum lutum, og næmingar, sum hava gingið til dugnaskapsskeið, fáa prógv handað, og tey, sum hava gingið til ættargransking sýna fram ættartalvur

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-05-13 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 27. mai verður framsýning hjá Vágs kvøldskúla í fimleikahøllini í Vágs Skúla.

Framsyning er av handaliga tilvirkaðum lutum – veving og glaslist.

Næmingar, sum hava gingið til dugnaskapsskeið, fáa prógv handað, og tey, sum hava gingið til ættargransking sýna fram ættartalvur, skrivar Vágs kommuna.

Framsýningin er opin fríggjadagin 27. mai frá klokkan 15 til 17.30.

Skráin fyri dagin

Kl 15.00 Framsýningin er opin

Kl 15.20 Karin Brattaberg flytur fram røðu

Kl 15.30 Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsskeið

Kl 16.00 Kórið Ljómur syngur

Kl 16.45 Linedans

Kl 17.30 Letur framsýningin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder