Uttanlands

Erdoğan sýtir svium og finnum Nato-limaskap

Turkiski forsetin kann als ikki góðtaka at lond, sum stuðla yvirgangsfelagsskapum, gerast limir í Nato

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-17 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forseti Turkalands, Recep Tayyip Erdoğan, fer ikki at góðtaka, at Finnland og Svøríki gerast limir í Nato-verjusamgonguni. Hesum boðaði hann óvæntað frá í gjár.

Um Finnland og Svøríki skulu innlimast í felagsskapin, skal vera full semja millum núverandi Nato-londini.

Erdoğan hevur fyrr boðað frá sínum illvilja til finskan og svenskan limaskap, og hevur í hesum sambandi skuldsett londini fyri at verja yvirgangsfólk.

Turkiski forsetin sipar til kurdisku andstøðuna og persónar, ið eru limir í sonevndu Gülen-rørsluni, sum turkiskir myndugleikar siga hava skipað fyri eini kvettroynd móti Erdoğan í 2016, skrivar finska kringvarpið, Yle.

Turkaland hevur kravt, at Svøríki og Finnlandi handar Turkalandi umleið 30 persónar, men uttan úrslit.

- Hvørki Finnland ella Svøríki hava eina greiða støðu mótvegis yvirgangsfelagsskapum. Hvussu kunnu vit so hava álit á teimum. Nato er hóast alt ein trygdarfelagsskapur, segði Erdoğan.

Hesar útsøgnir komu óvæntað á bæði Nato, Finnland og Svøríki.

Erdoğan hevur fyrr sagt í telefonsamrøðu við finska forsetan Sauli Niinistö, at hann stuðlar finska ynskinum.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, segði eisini um vikuskiftið, at Turkaland hevði boðað frá, at landið ikki fór at seta seg upp ímóti svenskum og finskum limaskapi.

Finska forsætisráðkvinnan, Sanna Marin, segði í samrøðu við Yle seg undrast yvir turkisku kúvendingini.

- Finnland hevur tryggjað sær, at Turkaland ikki fór at seta meinbogar í vegin móti finskum og svenskum limaskapi, segði Marin.

Hon roknar tí ikki við, at útsøgnirnar frá turkiska forsetanum er tað seinasta, ið verður sagt í hesum spurningi.

- Eg trúgvi, at hetta kann loysast við samrøðum, segði Marin.

Eisini í Svøríki trúgva tey upp á, at trætan kann loysast. Landið hevur ætlanir um at senda eina sendinavnd til Ankara fyri at tosa um málið.

Erdoğan hinvegin hevur sagt, at tað ikki kemur upp á tal, at Turkaland broytir støðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder