Innanlands

Gott roknskaparár hjá Spf. Knassum

Raksturin av m.a. Portalinum gav 1,3 milliónir í avlopi í roknskaparárinum 2021/22

2022-05-17 14:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Smápartafelagið Knassar, sum eigur tíðindaheimasíðuna Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar, hevði eitt gott ár í fjør.

Roknskapurin, sum gongur frá 1. mars 2021 til 28. februar 2022, vísir eitt úrslit á 1,3 milliónir krónur, og tað er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum til dato.

Úrslitið er eisini munandi betri enn árið frammanundan, tá ársúrslitið vísti eitt hall á 4,8 milliónir krónur. Men tá skal takast við, at felagið í fjør niðurskrivaði alt tað bókførda virðið á tíðindaheimasíðuni, áljóðandi 4,2 milliónir krónur.

Roknskapurin fyri 2021/22 vísir, eitt økt virksemi í felagnum við tað at bruttuvinningurin er farin úr 2,5 milliónir upp í 5,9 milliónir meðan starvsfólkaútreiðslurnar hetta árið eisini eru øktar úr 2,7 til 3,8 milliónir krónur.

Felagið hevur framhaldandi negativan eginpening, svarandi til -4,6 milliónir, sammmett við -5,9 millónir krónur árið frammanundan. Hinvegin er leiðslan bjartskygd tá tað kemur til framhaldandi raksturin av felagnum.

“Leiðslan er nøgd við nettoavlopið í ársroknskapinum. Sølan er munandi økt seinastu tíðina og nýggjar tænastur eru verksettar í árinum. Leiðsla felagsins sær tí ljóst uppá framtíðina, hóast eginognin framvegis er negativ. Avtalur við peningaognarar viðvíkjandi gjaldstreytum eru gjørdar fyri komandi roknskaparárið. Rakstrarætlan er gjørd, ið vísir væntað nettoavlop í komandi rakstrarárið. Leiðslan væntar, at við verandi treytum frá ognarum felagsins, kann virksemið halda fram”, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.

Niklái Nysted er stjóri í Spf. Knassum. Nevndarlimir eru Bárður Kass Nielsen, formaður, Ingvør Dalbø Mikkelsen, Niklái Nysted og Jón Nysted.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder