Innanlands

Bilførari tikin fyri at koyra við kenning

Friðarlig nátt hóast nógv fólk í býnum í Havn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-22 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður var um hálvgun fýra tíðina í morgum støðgaður av løgregluni í Eysturoynni, og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Bilførarin varð tikin til Havnar, har blóðroynd varð tikin, og tá úrslitið av blóðroyndini er komið aftur verður tikið støða til, hvat víðari skal henda í málinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at nógv fólk vóru í býnum í Havn í nátt, men talan var yvirhøvur um eina friðarliga nátt uttan serligar hendigar hjá løgregluni at taka sær av.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder