Mentan

Várframsýningin leitar eftir nýggjum úttrykkum

“Fláffy United” - siðbundin motiv verða ikki at síggja á ársins várframsýning hjá Føroyskum Myndlistafólkum

2022-05-22 14:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í ár setur úrvalsnevndin saman eina framsýning, ið havnar teim traditionellu motivunum í føroyskari list. Vit leita út ímóti mørkunum og grásonunum. Har úti, sum tær grundleggjandi fortreytirnar hjá listini fáa sínar royndir, har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar.

Føroysk Myndlistafólk hava sett eina úrvalsnevnd, sum telur Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, Ólav Sverra Trónd Thorsteinsson og Ole Wich, ið allir sýna verk á Várframsýningini 2022 við felagsheitinum »Fláffy United«. Møguleiki er hjá øllum øðrum at vera við undir slagorðinum: Join Fláffy United!

Eitt opið skýggj

Fyrireikararnir vísa á, at fláffyisman ikki hyggur at listini sum spennitroyggju, men sær hana sum eitt opið skýggj, ið er flótandi kring okkum. Listin tekur um likamið, sinnið og lívið við undran í ásannarinnar ósikru vísheit. Fláffyisman tykist sum candyfloss, ovurhonds óhondgrípiliga klistrut, men eisini stuttlig, átulig og søt.

Teir heita tí á listafólk, ið hava verk, ið hóska til »Fláffy United«, um at vera við.

Várframsýningin er sensurerað. Tað merkir at úrvalsnevndin velur burtur úr innsendu verkunum. Allar listagreinar hava áhuga. Innlatingarfreistin er 10. juni á midnátt. Framsýningin verður 24. juni til 20. juli.

Fleiri upplýsingar her 

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder