Innanlands

Sjúrður tekur talgildan harðskap móti kvinnum upp á fólkatingi

Eins og í Danmark er ágangur móti kvinnum á netinum í Føroyum vorðin alt meira vanligur seinnu árini. Sjúrður Skaale vil vita, hvussu hagtølini síggja út í Føroyum, og hvørji amboð løgreglan hevur til at kanna slík mál.

2022-05-25 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjúrður vil hava at vita, hvussu ofta slík mál verða meldað, hvørji amboð løgreglan hevur til at kanna tey, og hvussu nógvir dómar hava verið seinastu árini.

Tað var í farnu viku, at tríggjar ungar føroyskar kvinnur fortaldu sína søgu frá ágangi á netinum fyri Kringvarpinum. Hetta í sambandi við at persónligar myndir og videobrot av teimum verða deildar á netinum uttan teirra samtykki. Líknandi mál hava verið í Danmark, og í 2018 vórðu fleiri enn 1000 ung ákærd í einum máli fyri at deila persónligt tilfar uttan samtykki.

— Eg gangi sjálvandi út frá, at føroyskir politikarar fara at taka hetta upp. Men løgreglan er sum kunnugt danskt málsøki, og um eg við hesum kann vera við til at varpa ljós á viðurskiftini, so vil eg sjálvandi tað, sigur Sjúrður Skaale.

Fólkatingsmaðurin væntar svar um fýra viku. Spurningarnir til løgreglumálaráðharran kunnu lesast her.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder