Innanlands

Hálvt triðja ára fongsul til Teit Skoubo

Dómur er júst sagdur í rættinum í Odense, og Teitur Skoubo er dømdur sekur. Hann hevur kært dómin, men verður fongslaður alt fyri eitt

2022-05-25 11:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey ár og seks mánaðir.

Tað er dómurin, sum havnarmaðurin Teitur Skoubo, hevur fingið í nógv umrødda málinum um neyðtøku, sum hevur verið fyri í rættinum í Odense mánadagin og mikudagin.

Mánadagin vóru vitnisfrágreiðingar og í dag var sonevnt prosedura í málinum um Teit Skubo, sum er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu í Odense í november.

Sjálvur hevur Teitur Skoubo nokta seg sekan.

Beint eftir dómurin varð sagdur, kærdi verjin hjá Teiti dómin. Tí at Teitur Skoubo býr í Spania, helt ákærin at vandi var fyri at ákærdi rýmdi av landinum, og kravdi tí at havnarmaðurin varð varðhaldsfonglsaður.

Tá dómurin er meira enn eitt hálvt ára fongsul, skal ein beint inn at sita, skriva danskir miðlar.

Tveir løgreglumenn fylgdu Teiti út úr rættarsalinum, men greiddu frá, at hann fær loyvi til at biðja familju síni farvæl áðrenn hann skal inn at sita domin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder