
Klokkan 18:30 fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðardali.
Tríggir bilar vórðu stoyttir saman tá ein bilur, sum koyrdi eftir landsvegnum skuldi snara av til Effostøðina.
Bilførarin var blendaður av sólini, og sá ikki mótkoyrandi bilin.
Bilførarin aftanfyri hevur ikki gáa eftir, at tveir bilar stóðu á vegnum, og rendi á bilin, sum skuldi snara av.
Bilarnir fingu so mikið av skaða, at teir verða fluttir av staðnum við hjálp frá Tórshavnar sløkkiliði, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald